
Tunghoyrt x Novacaine x Gjáir
Tríggir bólkar. Eitt kvøld. Og ein konsert, tú mást uppliva.
TUNGHOYRT – Helst mest spennandi navnið í Føroyum í løtuni! Teir hava longu tikið Sement og SPOT Festivalin við stormi, og G! Festivalurin bíðar eftir teimum. Teir spæla super væl, eru fullir av sjálvsáliti og hava ein villskap, sum smittar av uppá áhoyrarar.
Báðar ferðir teir stóðu á Sement pallinum, reisti fjøldin seg og klappaði. Og tað var ikki uttan orsøk, tí teir blástu takið av Reinsarínum við eini orku, sum vit ikki hava sæð fyrr í Føroyum.
NOVACAINE – Teir prógvaðu á Reinsarínum, at grunge er alt annað enn deytt. Við massar av attitude, skitnum riffum og nógvum fokk jú millum linjurnar, so fall Novacaine í eins góða jørð hjá yngra ættarliðinum, sum Nirvana og Kurt Cobain gjørdi í 90'unum.
Tey, sum elska tónleik, ið luktar av pínu, angist og ærligheit, koma ikki uttan um Novacaine.
GJÁIR – Tríggir fyrrverandi metalmenn, sum nú spæla akustiskt við hjartanum uttaná troyggjuni. Teir hava skift elguitarar, growl og metal út kassaguitarar, rørandi sang og smør. Hørðu menninir í Eimyrja eru blivnir bleytir við aldrinum. Og tað klæðir teimum mega væl. Løgini eru fangandi, vøkur og rørandi.
Sostatt er hetta ein fantastiska spennandi samanseting av trimum av mest áhugaverdu bólkunum í Føroyum í løtuni. Og hesa ferð verður tað standikonsert í Perluni við ljósum, royki og góðum fólki. Akkurát sum tað skal vera.
Hetta er ein nobrainer. Fá tær eitt atgongumerki, áðrenn onkur annar fer avstað við tí og fá eitt ógloymandi kvøld.