Trý kvinnukór
Í samband við altjóða kvinnudagin 8. mars hava trý kvinnukór sligið seg saman. Silvitni, Suð og Fljóðljóð bjóða tykkum til forkunnuga konsert í Auluni í Finsen í Havn, tann 4. mars kl. 19:30. Kórini syngja fyrst útvaldar sangir úr sínum egnu songskráum. Síðani enda tær konsertina við at syngja saman sum eitt felags kór. Hetta er fyrstu ferð, at hesi trý kórini syngja saman. Kvøldini verða ein fagnaður av kórsangi og kvinnurøddum. Hjartaliga vælkomin! |