Tónaró - hugdýpingarkonsertir

“Tónaró – hugdýpingarkonsertir” er ein nýggjur konsertformur í Føroyum, har klassiskur kamartónleikur verður framførdur í einum nærverandi og hugdýpandi rúmi. Ístaðin fyri ein siðbundnan pall verða tónleikararnir staðsettir mitt í rúminum, meðan áskoðararnir sita ella liggja rundanum í dempaðum ljósi. 

Konsertin verður skipað sum ein samanhangandi uppliving heldur enn einstøk verk við klappi millum satsirnar. Skráin fevnir um klassiskan og nútímans kamartónleik, og dentur verður lagdur á eina djúpa og sansaliga tónleikauppliving. Ein pausa frá dagliga resinum við tónaró.

Fyrstu konsertirnar verða framførdar av kvinnuligu strúkikvartettini Vibra, sum arbeiðir fyri at styrkja og menna kamartónleikalívið í Føroyum. 

Verkætlanin hevur til endamáls bæði at skapa nýggjar karmar fyri klassiskan tónleik og at røkka nýggjum áhoyrarum í Føroyum.


Tónaró - hugdýpingarkonsertir

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
01
/
05
kl.
20:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Tónaró - hugdýpingarkonsertir

Nær
Friday
01
/
05
-
2026
kl.
20:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Onnur tiltøk