The Beatles - Tey feitu árini (EYKAKONSERT)

Øll elska The Beatles, og 1. mars sleppur tú at uppliva tey feitu árini hjá Beatlunum á Reinsarínum!

Tónleikarliga vóru 1960’ini ein revolutión. Ikki minst í populertónleikinum, har The Beatles var klárt á odda. Teir mentu seg frá at vera ein javnur popbólkur, til eina ta mest fantastisku samansetingina av tónleikatalentum, vit enn vita um.

Seinna helvt av Beatles’sa ævitíð var ótrúliga skapandi, og tað fara vit at feira á Reinsarínum. Her verður serliga hugsað um útgávur sum Revolver, Sgt, Pepper, White Album, Abbey Road og Let it be.

Manningin, sum fer at forkela okkum við gylta tíðarskeiðinum hjá The Beatles, verður onki minni enn fantastisk. Teir eru Kim Hansen, Benjamin Petersen, Eyðun Mohr Hansen, Edvard Nyholm Debess og James Goodwin. Allir sannir Beatlesfjepparar, sum eru uppvaksnir við Beatles í oyrunum, í høvdinum og í fingrunum.

The Beatles - Tey feitu árini (ÚTSELT)

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
01
/
03
kl.
22:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

The Beatles - Tey feitu árini (ÚTSELT)

Nær
Friday
01
/
03
-
2024
kl.
22:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk