Teitur & Girls in Airports 'Kvæði’ konsert
Teitur og danski indie-jazz bólkurin Girls in Airports spæla konsert í Finsen frí. 12. september við tónleiki av forkunnugu 'Kvæði' plátuni, sum varð útgivin í november í fjør
Á plátuni hava Teitur og Girls in Airports endurtulkað føroyskan fólkatónleik; rím, skjaldur og kvæði, og borið hann fram í einum jazzutum, elektroniskum og indie-kendum hami.
Samstarvið varð skotið í gongd í 2022, tá Teitur og Girls in Airports settu sær fyri at gera nýggjan tónleik og spæla konsertir saman. Hetta útviklaði seg skjótt til plátuna 'Kvæði'.
Hugsanin handan verkætlanina er at seta føroyska sangarvin í nýtt ljós og bjóða dagsins ættarliði atgongd til hann uppá aðrar mátar, enn vit fyrr hava upplivað.
Gaffa.dk gevur plátuni sera góð skoðbrá og sigur m.a við 5 av 6 stjørnum:“... úrslitið er imponerandi. Tónleikurin er sera óvanligur. Vigar meistaraliga millum melodiska sangarvin, fjølbroyttan vokaljazz, nútímans elektro-akustiskan tónleik og tað meira óskilgreinda indie-elementið, sum bæði Teitur og Girls in Airports meistra. (...)Teitur og Girls in Airports duga at endurnýggja tey gomlu løgini og leiða tey á aðrar, spennandi kósir, sum – eftir mínari meining – letur heimsins hurðar upp aftur. Fløgan er spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av.”
Teir hava higartil havt fleiri konsertir í Danmark, og fleiri vera afturat í summar. Konsertin í Finsen í september er fyrsta konsertin her á klettunum, og atgongumerki fáast HER
LEINKJUR:'
Ólavur Riddararós' live video
Teitur og 'Kvæði' í sendingini Leitisstein