
Stuðulskonsert við Myrkheim, Tunghoyrt og Son of Fortune
Hetta verður feitt, fult av orku og for frá!
Áðrenn leiðin gongur til Danmarkar at spæla konsert 17. januar, skulu Myrkheim trykkprøva pallin í Perluni. Hetta verður tann 10. januar kl. 21 – og tú ert boðin við, tá maskinan verður tendrað. Hetta er thrash og heavy metal, skjótt, tungt og ófiltrerað, beint úr Margarinfabrikkini og beint í bringuna.
Kvøldið fær eisini ungu og villu orkuna frá Tunghoyrt – 90’ara inspireraður rokk/metal tónleikur við melodi, øði og “in your face” framførslum. Og Son of Fortune, sum dregur støvuttan outlaw country og rock’n’roll tónleik úr Nashville inn á føroyska pallin.
Tríggir bólkar. Eitt endamál. At geva tær eitt ógloymandi kvøld.
Kom og stuðla Myrkheim, tí hetta er tónleikur, sum vil nakað.


