
Stórsligin legendukonsert á Reinsarínum
Vit fara at hoyra sangir hjá John Mogensen, Kim Larsen og Flemming “Bamse” Jørgensen — trimum legendum, sum í áratíggju settu sín heilt egna dám á bæði danska og føroyska tónleikapallin, og sum í dag eru vorðnir verulig fólkaogn hjá bæði dønum og føroyingum.
Á pallinum verða okkara egnu Signar í Homrum, Ólavur á Váli og Jens Marni Hansen, sum fara at framføra kendu sangirnar saman við einum framúr húsaorkestri mannað av James Olsen, Høgna Fagraberg, Magna Husgaard og Jógvani Fróðin Baldvinson.
Hetta verður ein konsert við sangum, sum øll kenna.
Ein konsert, har tað verður nærum ógjørligt ikki at syngja við.


