Stellu'sa klædnamarknaður
Stella bjóðar tær til ein hugnaligan dag í Perluni, har fleiri fólk fara at selja second-hand klæðir, skógvar, smúkkur og annað spennandi
Á klædnamarknaðinum hjá Stellu er tað lætt at endurnýggja sítt klædnaskáp burðardygt, og sleppa av við brúkt klæðir. Harvið ert tú eisini við til at minka um klædnaoyðsl.
Tey í Stellas fara at selja okkurt gott til góman, so sum døgurða, kaffi, te og okkurt leskiligt afturvið.
Til ber at gjalda við netbanka appini, men vit heita á tykkum at hava reiðan pening við, um tit ynskja at keypa okkurt.
Ynskir tú at selja?
So kanst tú leiga eitt borð frá Stellu. Send ein mail til stellusa@protonmail.com, og so taka vit tað harfrá.
Vit gleða okkum til at síggja teg í Perluni leygardagin tann 3. august kl. 11:00 -16.00.