Snús, e-sigarettir og ítróttafólk - hvat sker?

Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir og angar, sum minna meira um bomm enn um sera vanabindandi rúsevni, so sum nikotin.

Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av hesum vørum, eru støðugt vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotini í veruleikanum er fyri ein ungan barnaheila. Vit hava ein grundaðan illgruna um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøkt/-ur av nikotini á ungum árum.Tí hava Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya tikið stig til at skipa fyri almennum tiltaki um nikotin og snús í ítróttaumhvørvunum. Vit hava fingið vitjan av einum av fremstu granskarunum á økinum Charlottu Pisinger, og hon fer at hava ein fyrilestur, sum hon kallar: "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan."

Málbólkurin eru fólk úr ítróttaumhvørvum, nevndarlimir, venjarar, foreldur og íðkarar.

Skrá:
1. "Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung", Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið

2. "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan", Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

3. "Hvussu ávirkar nikotin okkara avrik", Signar Hilmarson, ráðgevi í úrvalsítrótti hjá Ítróttasambandi Føroya.

4. Spurningar og svar

Les meira og melda til á www.atgongurmerki.fo.

Tiltakið er ókeypis

Snús, e-sigarettir og ítróttafólk - hvat sker?

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
22
/
10
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Snús, e-sigarettir og ítróttafólk - hvat sker?

Nær
Wednesday
22
/
10
-
2025
kl.
19:00
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk