Simona Paula á Reinsarínum

Simona Paula - er partur av røðini "Kvinnukonsertir" og framførir einsamøll á Reinsarínum, 23. apríl, kl.20.00. 

Simona Paula (f. 1998) er ein tónlistakvinna av Strondum, sum skrivar og framførir egnar sangir. Hon byrjaði at spæla gittar sum 10 ára gomul, og skjótt gjørdist gittarin hennara amboð til at seta orð og tónar á kenslur og upplivingar. 

Í 2024 gav hon út sína debutplátu, Spegil, har sangirnir á ymiskan hátt spegla lívsroyndir, persónliga menning og tankar um bæði menniskjalig og samfelagslig viðurskiftir. Síðani tá hevur Simona Paula framhaldandi skrivað nýggjan tónleik. 

Sangirnir taka ofta støði í veruligum upplivingum og djúpum kenslum, og bera brá av einum persónligum og erligum úttrykki. Á konsertini vera bæði útgivin og óútgivin løg at hoyra, har tú fært møguleika at koma nærri at sangunum - kanska spegla tær í teimum - ella bara lurta eina løtu. 

Simona Paula Á Fríðriksmørk - sang og gittar 

Tiltakið er stuðlað av Økistónum.

Simona Paula á Reinsarínum

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Thursday
23
/
04
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Simona Paula á Reinsarínum

Nær
Thursday
23
/
04
-
2026
kl.
20:00
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
110
kr.

Onnur tiltøk