
Sement finalan
Sement finalan 2025 – eitt brak av einum kvøldi!
Nú verður tað alvor! Finalan í Sement verður komandi leygarkvøld, og finalistarnir brúka komandi dagarnar til at fínpussa tær seinastu detaljurnar, so tú fært eina so góða uppliving sum gjørligt.
Finalistarnir eru: Hans Andrias, Óli, Ronja, Bolstad, Karla Hansen, Jarzhe, Ókendir og Tunghoyrt
Um tað er ein dagur á árinum, har sannlíkindini fyri FOMO eru eyka høg, so er tað komandi leygardag. Kom og ver við, tá vit hittast til eitt brak av eini finalu og finna útav, hvør verður ársins vinnari av Sement!