
Sement finalan
Sement finalan
So eru vit komin til tað stóra brakið. Komandi leygardag kl. 20 verður finalan í Sement 2024!
Hetta verður eitt kvøld, har seks ótrúliga ymiskir bólkar fara at forkela okkara eygu og oyru. Bæði tónleika- og tekstuniversini hjá bólkunum fevna ótrúliga breitt, so hetta er ein heilt serlig buffét, sum tú ongantíð fer at uppliva aftur.
Bólkarnir, sum luttaka í finaluni eru:
- Ókendir
- Jákup Eli
- Ragnar Finsson
- gówa
- Ester Skála
- Ása Helena Brynjarsdóttir