.png)
Hanne Jette Guttesen í Smiðjuni í Lítluvík
Ein kærleiksfull myndafrásøgn av Føroyum í litum og upplivingum
Tað er meira enn hálv øld síðan, at Hanne Jette Guttesen vitjaði Føroyar fyrstu ferð sum nýforlovað. Tað, sum skuldi verða ein familjuvitjan, gjørdist nógv meir. Hon fall pladask fyri bæði fólkinum og landinum. Og síðan tá hevur hon ferð eftir ferð vent aftur við blýanti, pensli og kamera í hond.
Nú letur hon upp eina heilt serliga framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har vit sleppa at síggja Føroyar við hennara egnu eygum kryddað við løttum skemti.
Í verkunum hjá Hanne Jette renna øll inntrykkini og djúpi kærleikin til land og mentan saman. Onkur mynd er naturalistisk og eygleiðandi, meðan aðrar eru fabulerandi og næstan dreymakendar.
Framsýningartíðir:
Hósdag 26. juni kl. 15:00 – 18:00
Fríggjadag 27. juni kl. 11:00 – 17:00
Leygardag 28. juni kl. 11:00 – 18:00
Sunnudag 29. juni kl. 11:00 – 18:00
Mánadag 30. junikl. 11:00 – 18:00
Týsdag 1. juli kl. 11:00 – 18:00
Hetta er ikki bara ein framsýning. Hetta er ein visuell ferð gjøgnum Føroyar, sum tær hava sæð út, kennst og verið elskaðar í meira enn 50 ár.