Saman um grønu framtíðina

"Saman um grønu framtíðina" er heitið á nýggja umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, sum verður lagdur alment fram í Perluni í Havn týsdagin 14. apríl.”

Í umhvørvispolitikkinum, sum røkkur frá 2026 til 2032, eru ásett fleiri mál og átøk, sum kommunan fer at stremba eftir at røkka komandi árini.

Kommunan hevur sett sær fyri at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassi næstu árini, m.a. við at fremja grøna orkuskiftið í kommunalum bygningum og við at betra umstøðurnar hjá bleytu og kollektivu ferðsluni.

Eisini raðfestir kommunan at menna vitan um náttúruna, tryggja skynsama nýtslu av lendi og fáa reint umhvørvi á landi og við strendur. Ein partur av umhvørvisarbeiðinum verður at minka nýtslu, avmarka nøgdir av burturkasti og geva borgarum og vinnulívi betri møguleikar at skilja ruskið.

Tórshavnar býráð hevur samtykt nýggja umhvørvispolitikkin, og nú verður hann so lagdur fram í Perluni 14. apríl kl 16.30. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

Saman um grønu framtíðina

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Tuesday
14
/
04
kl.
16:30
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Saman um grønu framtíðina

Nær
Tuesday
14
/
04
-
2026
kl.
16:30
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk