Sagnir & ævintýr

  • “Vit leiða børnini og barnsligar sálir inn í ein hugsveimandi ævintýraheim, har tað følist, sum tey eru mitt í einum filmi,” sigur Jákup Veyhe, sum saman við tónleikabólkinum ”hettarher” fer at endurgeva søgur frá forfedrum okkara í nýggjum hami.

    Áskoðararnir lata oyruni upp og nýta hugflogið til at ferðast 100 ár aftur í tíðina – inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
  • Fra árinum 1898 ferðaðist kendi vísindamaðurin, Dr. Jakobsen kring oyggjarnar og skrivaði niður sagnir og ævintýr, sum heimildarfólk søgdu honum.

    Við nýtslu av hesum tilfari, lýsa Jákup Veyhe og ‘hettarher’ tilveruna hjá føroyingum fyrr í tíðini og seta hana í samanhang við okkara nútíðarsamfelag. Við at nýta ljós, ljóð og rúm, skapa teir eina sansaliga uppliving, har tú, sum áskoðari, kennir teg at vera mitt í einum ævintýri.

    Nær: 7. feb. kl. 16.00 og 8. feb. kl. 15.00
    Hvar: Perlan
    Longd: uml. ein tími
    Aldursmark: onki, men framførslan fer fram inni í einum myrkum rúmi og summar sagnir kunnu vera nakað óhugnaligar.

    Atgongumerki HER

    Sagnir & ævintýr

    Útselt
    Avlýst
    Fá atgongumerki
    Avlýst
    Nær
    Saturday
    07
    /
    02
    kl.
    16:00
    Hvar
    Perlan
    Prísur
    Ókeypis
    Vaksin 175 kr, Børn 85 kr
    kr.

    Sagnir & ævintýr

    Nær
    Saturday
    07
    /
    02
    -
    2026
    kl.
    16:00
    Hvar
    Perlan
    Prísur
    Ókeypis
    Vaksin 175 kr, Børn 85 kr
    kr.

    Onnur tiltøk