
Risa tónleika loppumarknaður
Komandi ley 30. mars frá kl 12-17 verður RISA tónleika loppumarknaðurin í Tórsgøtu og runt um hornið til Sirkus. Tilmeldingarfreistin at bíleggja sær pláss/borð er fríggjadagin 29. mars kl 15.00! Tú frættir nærri og meldar teg til við at senda teldupost á seysturstein@gmail.com
Hendan dagin vera alskyns teknisk og tónleika útgerð til sølu. Alt frá smærri lutum og vinylplátum til stór ljóðføri og slagverk. Møguleiki er eisini hjá luttakarum at selja aðra tekniska útgerð so sum myndatól, teldur, programmir osfr.
Vit býta sølubásarnar eitt sindur upp eftir stødd og slag. Tó kann eisini blandast, um onkur hevur blandaðar lutir við. Men generelt verður loppumarknaðurin skipaður soleiðis:
Sirkus: Vinyl, fløgur og smálutir
Reinsaríið: Ljóðføri og útgerð
Perlan:Slagverk og størri útgerð