Rætt til ríkisborgararætt ?
Hvussu ávirkar tað støðuna hjá útlendingum í Føroyum, tá ið landið tey búgva í ikki hevur ræðisrætt á ríkisborgararætti? Eru umstøðurnar hjá útlendskum starvsfólkum í Føroyum nøktandi? Eiga Føroyar at seta fleiri integrasjónstiltøk í verk fyri at tryggja, at vaksandi talið av útlendingum gerast partar av samfelagnum á skilagóðan hátt?
Hesir spurningar og aðrir vera til umrøðu í Perluni í Havn fríggjadagin 1. mars kl 13.00 – 15.00, har Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipar fyri almennum tiltakið.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.