
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
Verið vælkomin í føðingardag, tá vit hátíðarhalda 50 ár við Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Føðingardagsmóttøka verður í Perluni týsdagin 22. september 2026 kl. 14-17.
Á skránni verða røður, okkurt gott til góman, tónleikur og okkurt skemtiligt innslag. Høvi verður eisini hjá gestum at taka orðið.
Harumframt sleppur tú at royna Hvølvus. Og hvussu tú rætt og trygt kanst koma úr einum bili, sum er farin runt.
GG: Tað er 15 ára aldursmark at royna Hvølvus.


