Poul Huus Sólstein - Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Pól hevur havt fleiri framsýningar av vatnlitum seinastu árini, bæði sum einstaklingur og sum partur av øðrum framsýningum. Í hesari uppseting av vatnlitum verður spenningsøkið millum tamarhald og upploysn rannsakað. Litirnir flóta í hesum hárfina tvískilda rúminum – gjøgnumskygd løg av blágráum, okkergulum og dustgrønum skapa eitt serligt, næstan ljóðleyst huglag. Onki skríggjar ella rópar eftir tær. Tað er sum alt andar.

Verkini javnviga millum tað ímyndandi figurativa og tað reint evnisliga. Rørslan við penslinum er bæði sjálvkrevjandi og tilvitað, og júst í hesum krossøki tekur seg upp ein serligur spenningur. Tað er sum litirnir ferðast yvir pappírið og verða til eina mynd av tíð; ein upploysn av nøkrum ómetaliga ítøkiligum – men tó so skroypiligt.

Framsýningin hevur eitt heildaryvirbragd yvir sær. Tað er eitt ávíst stev í endurtøkuni av motivunum í teimum avmáldu variatiónunum – sum ein seinur andadráttur ella ein tónleikaligur sláttur, sum heldur saman um heildina. Tað er ein poetisk minimalisma yvir øllum verkunum.

Framsýningin er opin soleiðis:

Fríggjadag 14. nov. kl. 17-20
Leygardag 15. nov. kl. 12-18
Sunnudag 16. nov. kl. 13-18
Mánadag 17. nov. kl. 13-18

Poul Huus Sólstein - Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
14
/
11
kl.
17:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Poul Huus Sólstein - Framsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Nær
Friday
14
/
11
-
2025
kl.
17:00
Hvar
Smiðjan í Lítluvík
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk