
Play Boys
Tann 2. november í 1981 vann Play Boys SMS Kappingina. Bólkurin vandi til kappingina um heystið 1981 í gomlu Perluni, har sum Havnar Jazzfelag húsaðist tá. Stutt eftir hetta fóru dreingirnir at spæla við øðrum bólkum, so sum Funkies, Teinar, Orion og øðrum. Bólkurin Plúmm bleiv stovnaður í 1984 við stórt sæð somu manning. Fleiri teirra spældu eisini við Terji & Føstufressar.
Play Boys byrjaði at spæla aftur í 2022, og ætlanin er at halda fram. Tað var leygarkvøldið tann 5. november í Blábar. Hendan konsertin varð sera væl móttikin av fjøldini, sum fylti Blábar hetta kvøldið.
Play Boys fer at spæla nøkur egin løg umframt eitt úrval av soul, funk, blues og jazz løgum hjá Al Jarreau, Robben Ford, Sting og øðrum.
James Goodwin – slagverk
Arnold Ludvig – bass
Magnus Johannesen – tangentar
Rógvi á Rógvu – trummur
Leivur Thomsen – gittar
Atgongumerki á 150 krónur fæst við dyrnar.
Jazzpass á 449 krónur til allan festivalin fæst HER.
Jazzcrawl
Henda konsertin verður partur av einari JAZZCRAWL!
Skráin sær soleiðis út:
Kl.19.00-19:30
Band: OMG Seym
Place: Aulan finsen
Kl.19.40-20:10
Band: MUMI
Place: Blábar
Kl. 20:30-21:00
Band: Elena Setién
Place: Perlan
Kl. 21.15 – 21:45
Band: Play Boys
Place: Reinsaríið
Kl. 22:00 – 22.30
Band: jazzygold
Place: Sirkus
Havnar Jazzfelag bjóðar vælkomin á føroyskum, men bólkarnir á Vetrarjazz velja hvat mál tey velja at tosa undir síni konsert.
English
Play Boys started playing together as young boys. They are now one of the most active jazz musicians on the Faroe Islands. We’re very proud to have them play at VJ24.
James Goodwin – percussion
Arnold Ludvig – bass
Magnus Johannesen – keys
Rógvi á Rógvu – drums
Leivur Thomsen – guitar
Tickets for the concert at the door (150,-)
Buy Jazzpass Festival tickets (449,-) HERE
This concert is a part of the JAZZCRAWL, and the program is as follows:
Time: 19.00-19:30
Band: OMG Seym
Place: Aulan finsen
Time: 19.40-20:10
Band: omg seym
Place: Blábar
Time: 20:30-21:00
Band: Elena Setién
Place: Perlan
Time: 21.15 – 21:45
Band: Play Boys
Place: Reinsaríið
Time: 22:00 – 22.30
Band: jazzygold
Place: Sirkus
Havnar Jazzfelag will be introducing the band in Faroese, but all festival musicians will be free to speak in their preferred language.
See you there!