Orðaskifti um Ísrael

Felagsskapurin Við Ísrael fyri frið (VÍFF) varð stovnaður í Noregi í 1978, og í oktober fær VÍFF eina deild i Føroyum.

Í tí sambandinum verður alment orðaskifti við VÍFF í Perluni 7. oktober, klokkan 19:00.

Skráin
- Fyrilestur: Seinastu tíðindini úr Ísrael og Miðeystri – arbeiðið hjá VÍFF. Conrad Myrland, dagligur leiðari hjá VÍFF, gevur eina dagføring um støðuna í Ísrael bert fáar vikur undan Knesset-valinum.  
- Steðgur
- Stuttur fyrilestur: Týdningurin av Jerúsalem. Kjetil Fleten hevur starvast sum verkætlanarleiðari hjá VÍFF í Danmark síðani á heystið 2025. Í einum stuttum innleggi greiðir hann afrá viðurskiftum, sum gera høvuðsstaðin í Ísrael týdningarmiklan fyri jødiska fólkið.
- Spurningar og svar úr salinum
- Hvussu kanst tú stuðla arbeiðinum hjá VÍFF í Føroyum? 

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

‍

Orðaskifti um Ísrael

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
07
/
10
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Orðaskifti um Ísrael

Nær
Wednesday
07
/
10
-
2026
kl.
19:00
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk