Orð & tónar á Reinsarínum
Abort – grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv er heitið á bók, sum Sprotin gevur út, og sum verður løgd fram áReinsarínum mikukvøldið 6. mars 2024. Í bókini eru greinar eftir høvundar, sumá ymsan hátt hava verið við í almenna orðaskiftinum um abort sum serfrøðingar.
Á tiltakinum verður prát við nakrar av høvundunum umviðbrekna og enn nýggja orðaskiftið um rættin til at velja abort í Føroyum.Kaffi, te og annað drekkandi verður at fáa og okkurt leskiligt afturvið, einsog Marianna Nagata fer at seta dám á kvøldið við sínum frálíka tónleiki.
Komið til eitt forkunnugt,spennandi og áhugavert bókaprát á Reinsarínum mikukvøldið 6. mars kl. 20.00.