Orð og tónar: Tær góvu lív
Rigmor R. Dam hevur skrivað eina kenslunemandi bók um føroyskar kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong. Mangan frá fleiri børnum, mangan frá manni, ið sigldi og ikki fekk tikið sær av børnunum. Hvørjar vóru avleiðingarnar, tá ið mamma soleiðis doyði frá sínum?
Dorit Hansen prátar við Rigmor um bókina og samrøðurnar, ið eru grundarlag undir bókini.
Ása Helena Brynjarsdóttir fer at forkela okkum við inniligum og rørandi tónum.