Orð og tónar á mentanarnáttini

Í fleiri ár hevur Sprotin skipað fyri bókmentaligum kvøldum á Reinsarínum. Og hetta væleydnaða tiltakið endurtaka vit á mentanarnáttini. Hesa ferð verða tað framløgur, samrøður og góður tónleikur.

SKRÁIN:

Kinna PoulsenÍ eygnahædd

Kinna Poulsen leggur fram sítt nýggja stórverk Í eygnahædd, sum er ein viðkomandi og aktuell lýsing av føroysku samtíðarlistini. Hansina Iversen bjóðar vælkomin við eini røðu um nýggju listina, áðrenn Kinna letur dyrnar upp fyri einum heimi av litum, forvitni og listarligum fjølbroytni – við myndum á stórskíggja. Tað verður bæði provokerandi og hugtakandi.

Stan Abbott og Magni ArgeFøroyar í broyting

Bretin Stan Abbott, ið hevur sett síni djúpu spor í føroyska ferðavinnu og menningarsøgu, hevur skrivað eina nýggja bók um broytingar og menningina í Føroyum seinastu 20 árini. Á pallinum hittir hann Magna Arge til eina hugvekjandi samrøðu um eyg- og hugleiðingar gjøgnum 20 ár.

Jógvan IsaksenFøroysk bókmentasøga, bind 2

Jógvan hevur júst givið út sítt seinna bind av føroyskari bókmentasøgu. Jógvan leggur bókina fram og greiðir frá áhugaverdum táttum í henni.

Tann altíð frálíka Guðrið Hansdóttir fer eisini at spæla nøkur løg.

Til ber at keypa sær bøkurnar á staðnum og eisini at fáa tær signeraðar.

Orð og tónar á mentanarnáttini

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Friday
06
/
06
kl.
20:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Orð og tónar á mentanarnáttini

Nær
Friday
06
/
06
-
2025
kl.
20:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk