
Orð og tónar - Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti
Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Vælfagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur. Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki.
Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kvøldini henda veturin.
Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist Trækrúnulívæðrin. Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu og menniskjaligan hugburð til lívsins og náttúrunar margfeldi.
Sjúrður Hammer og Magnus – báðir lívfrøðingar - práta um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi.
Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur.
Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina, práta um Av tí smærra slagnum eftir Claire Keegan
Krígsharrin í Kreml er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Hon snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina.
Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarni Djurholm, sum týddi bókina.
Bjarki– hann úr Hoydølum – gevur okkum tónleikin hesa ferð.
Kom oman í Reinsaríið tann 20. kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.


.png)