
Orð og tónar - Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum
Arnbjørn Dalsgarð gevur út stuttsøgusavn, har enki er sum tað tykist vera. Tú verður konstant snýttur. Av sonsunum, fordómunum og fortreytunum. Hans Jacob Kolslíð prátar við Arnbjørn
Hanna Andreassen hevur skrivað bók um at standa einum menniskja nær, sum líðandi er farið at gloyma. Um ein pápa, ið broytist – og um eina dóttur, sum lærir at bera sorgina, áðrenn hon missir. Durita Fagradal Augustinussen tosar við Honnu
Tollaksmessudag 23. desember í 2023 fylti Bárður Jákupsson 80 ár og skipaði fyri stórari framsýning, sum umboðaði mongu tættirnar í hansara listaliga avriki. Níggju listakøn fólk hava skrivað um hvør sín part av stóra avrikinum.
Kinna Poulsen hevur samskipað verkið. Uni Holm Johannesen tosar við Bárð og Kinnu
Tónleikur: Ása Helena Brynjarsdóttir
Kom oman í Reinsaríið tann 24 september kl. 20. Set teg afturá, fá tær okkurt úr barrini, lurta eftir skilafólki, sum taka áhugaverdar tættir upp, og njót tónleikin.
Nýggju bøkurnar fáast við avsláttri.


