
Open Mic / Open Stage við Ratchid
So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic í Perluni, har tín innari artistur sleppur at royna seg.
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
Ratchid er føroyskur rokkbólkur við rótum í Havn, sum síðani 2017 hevur bygt sítt egna, ráa og ærliga tónleikaunivers. Við 5 útgivnum stakløgum á føroyskum, hevur bólkurin funnið eina sterka rødd, ið fevnir um alt frá hørðum rokki til meira rólig og stemningsfull løg.
Ratchid er ein bólkur, ið livir á pallinum.Tónleikurin er drivin av nærveru, nervu og einum týðiligum ynski um at siga nakað, heldur enn bara at larma. Flestu løgini eru eisini givin út saman við videoløgum, sum víðka um søguna og vísa bólkin sum eitt visuelt og kunstnaraligt heildarverk.
Bólkurin hevur givið út 5 stakløg, øll spælt í útvarpinum:Aldrin í Hesi Verð, Himmal og Hav, Náttarbílæt, Takk Fyri Meg og nýggjasta lagið Hin Vreiði Dagur, sum kom út í ár og varð væl móttikið. Flestu løgini hava eisini fingið tónleikavideo.Eyðun Hjalt hevur harumframt givið út egin løg á YouTube.
Hetta eru havnarmenn, sum spæla,tí teir mugu – og tí teir hava nakað upp á hjartað.
Manning:
· Eyðun Hjalt – guitar og sang
· Ragnar Østerø – leadguitar og backing sang
· Dan Jensen – bass og backing sang
· Finn Larsen – trummur
Innskriving: kl. 19.30
Ratchid á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Tiltakinum hevur Koda Føroyar stuðlað.


