Open Mic / Open Stage við Vinjar

Vinjar, sum er tilnevndur til Ársins tónleikara á FMA2026, bjóðar nú áhoyrarum inn í sín tónleikaheim, tá hann fer at framføra sínar nýggju kompositiónir á Open Mic á Reinsarínum.

Vinjar er ein ógvuliga sjónligur og virkin partur av føroyska tónleikapallinum. Hann hevur spælt við eini langari røð av listafólkum og verkætlanum, millum annað Jazzygold, Guðrið Hansdóttir, Leu Kampmann, Elinborg og Einangran.

Við nýggja solotilfarinum vísir hann eina aðra og meira persónliga síðu av sær sjálvum.Tónleikurin er eitt hugvekjandi eksperiment við bleytum fólkatónleiki og núlivandi norðurlendskum jazzi. Úrslitið er eitt ljóðunivers, sum bæði er nærverandi, hugtakandi og spennandi.

Á pallinum saman við Vinjari verða eisini tríggir dugnaligir tónleikarar:

- Vinjar Egilsnes Petersen – klaver
- Johan Hentze – flugelhorn
- Arnold Ludvig - bass
- Rógvi á Rógvu - trummur

Konsertin er partur av sjarmerandi Open Mic / Open Stage tiltakinum á Reinsarínum, har áhoyrarar sleppa tætt at tónleikinum og listafólkunum í einum inniligum og nærverandi umhvørvi. Dámligu og innbjóðandi vertirnir, Arnold og Anna, syrgja fyri einum tryggum og heimligum rúmi, har øll kenna seg vælkomin –eisini tey, sum hava hug at royna sítt egna tilfar á pallinum

Praktisk kunning
- Innskriving: kl. 19.30
- Vinjar á pall: kl. 20.00
- Stað: Reinsaríið
- Ókeypis atgongd

Tiltakið er stuðlað av Koda Kultur.

Open Mic / Open Stage við Vinjar

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
08
/
04
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Vinjar

Nær
Wednesday
08
/
04
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk