Open Mic / Open Stage við Tunghoyrt

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum –Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.


Tunghoyrt er helst mest spennandi navnið í Føroyum í løtuni! Teir hava longu tikið Sement og SPOT Festivalin við stormi, og G! Festivalurin bíðar eftir teimum. Teir spæla super væl, eru fullir av sjálvsáliti og hava ein villskap, sum smittar av uppá áhoyrarar.

Báðar ferðir teir stóðu á Sement pallinum, reisti fjøldin seg og klappaði. Og tað var ikki uttan orsøk, tí teir blástu takið av Reinsarínum við eini orku, sum vit ikki hava sæð fyrr í Føroyum. Fyrstu ferð Tunghoyrt framførdi á pallinum á Reinsaríinum var til Open Mic, har teir spældu Rage Against The Machine, og fjøldin bleiv garrvill!

Vit gleða okkum sum smábørn á jólum til, at Tunghoyrt aftur verður við á Open mic, hesuferð sum serligir gestir. Vit gleða okkum til at rokka saman við Tunghoyrt 6. august! Seti kross í tykkara kalendarar!

Jóni Strøm - vokal
Helge Greve - gittar
Erik Reynheim - bass
Bjarni Jakobsen – trummur

Innskriving: kl. 19.30
Tunghoyrt á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.

Open Mic / Open Stage við Tunghoyrt

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Saturday
09
/
08
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Tunghoyrt

Nær
Saturday
09
/
08
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk