Open Mic/Open Stage við Simona Paula Á Fríðriksmørk
Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað Simona Paula Á Fríðriksmørk, sum er serligur gestur.
Simona Paula (f. 1998) er ung tónlistakvinna av Strondum, sum júst hevur útgivið sína fyrstu plátu, Spegil. Sum 10 ára gomul, byrjaði SImona at læra seg at spæla gittar, har hon skjótt fann útav, at gittarin skuldi vera hennara ljóðføri.
Fyri at menna seg sum gittarist, lændi hon gittara frá øðrum, og eftir nøkur ár setti hon sær fyri at ogna sær sín egna gittara. Fyri hana var og er hetta ein tann besta íløgan, hon hevur gjørt, tí gittarin hevur verið hennara amboð til at seta orð á sínar kenslur og koma ígjøgnum tungar tíðir. Burturúr hesum eru fleiri tekstir og løg komin til verðina.
Við tíðini er hennara áhugi fyri at deila hesar sangir alsamt vaksin og metir hon nú, at tíðin er búgvin til at onnur kunnu fáa gleði og finna troyst í hesum sangum. "Spegil" hyggur onkursvegna at lívinum hjá Simonu, bæði at hendingum, men eisini hvussu hon persónliga hevur ment seg yvir tíð.
Summir sangir eru um ávís tíðarskeið ella persónar og teirra leiklut í hennara lívi. Aðrir eru um eina irritatión um okkurt, sum hevur við samfelagið, normar og líknandi at gera. Í roynd og veru koma teir burturúr støðum har Simona hevur kunnað vent tí á høvdið og hugt inneftir at sínum egna leikluti í kontekstinum. So hóast teir snúgva seg um ymisk ting, so eru teir allir hugleiðandi og grava seg inn í djúpar og sterkar kenslur.
Við sær á pallin til open mic 18. des.
Simona Paula Á Fríðriksmørk (vokal og gittar)
Daniu O. Tausen (kór)
Áron Poulsen (el-gittar)
Harald Fonsdal (bass)
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður, har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00 fer Simona Paula Á Fríðriksmørk á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið