Open Mic / Open Stage við Sergey Ilyin

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum.

Anna og Arnold bjóða vælkomin við opnu ørmum, og her er pláss til bæði sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar.

Hesaferð fáa vit eisini ein serligan gest: Sergey Ilyin, sum fer at frumframføra nýggj løg saman við einum fantastiskum bólki.

Tóneikarin Sergey Ilyin hevur leingi havt ynski um at arbeiða við jazzi og gera løg, ið eru viðkomandi tíðarleys og varandi. Seinastu tíðina hevur hann samstarvað við 42 ára gamla yrkjaran úr Boston, Andrey Kneller. Úrslitið higartil er løg og útsetingar til yrkingar frá ungdómsárum Knellers, og mikukvøldið 5. novembur verða løgini frumframførd til Open mic.

Bólkurin, ið fer á pall, er samansettur av tveimum ungum solistum og einari jazztrio. Solistarnir eru: Vár Isaksen, songkvinna og Justin James Villaneuva, saxofon. Og saman við vælkendu trioini: Kristian Paula Ellefsen á klaver, Arnold Ludvig á bass og Rógva á Rógvu á trummum mynda tey eina spennandi og vælupplagda kvintet.

Innskriving: 19:30
Sergey Ilyin á pall kl. 20:00
Ókeypis atgongd

Stuðlað tiltakinum hevur Koda Kultur.

Open Mic / Open Stage við Sergey Ilyin

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
05
/
11
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Sergey Ilyin

Nær
Wednesday
05
/
11
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk