
Open Mic / Open Stage við Ronju
Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesa ferð er tað Ronja, sum er serligur gestur.
Bólkurin hjá Ronju varð stovnaður fyri stuttleikar, men valdi at royna seg í Sement í 2025.Talentið hjá Ronju vann henni og bólkinum 3. plássið á Sement 2025.
Saman við sterkum tekstum, fangandi melodium og við einum alternativum ljóði,hevur Ronja skapt sítt heilt egna ljóðunivers. Eitt ljóðunivers, sum tú absolutt burdi vitja, um tú fært kjansin.
Tað verður ektað, livandi og við einum smíli. Bólkurin gleðir seg, og tað kanst tú eisini!
Ronja Rasmussen - sang
Ása Helena Brynjarsdóttir & Edith Dahl-Jacobsen - kór
Leo Lávik - gittar
Mikkjal Davidsen - sello
Emma Michala Sanninno - bass
Aron Poulsen - el guitar
Alfred Moyell Johansen - trummur
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður, har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00 fer Ronja á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.