Open Mic/Open Stage við Piparsterti

Mikudagin 28. februar verður opin pallur aftur, hesaferð við Piparsterti sum forkunnugum gesti. Tað er sum vant tey bæði Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir.Tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at vísa hendan fram.

Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttari konsert. Hesuferð er tað Piparstertur. Hvat er ein piparstertur, spyrt tú kanska. At sita á piparsterti er sum at sita á nálum, sambært orðabókini, ið eisini sigur: "komin á piparstertin illa skølsettur." Men Piparstertur er eisnini ein ung djass fusions kvintett. Tey, ið manna kvintettina eru Jákup Tórgarð, Djóni Fischer, Fríði Bjarkhamar, Benjamin Djurhuus og Justin James Villanueva.

Hetta kvøldið spæla teir sum ein kvartett, uttan Benjamin Djurhuus.Teir spæla funky, lorkut, groovy og onkuntíð sárbær løg, ið rykkja áskoðaran út á kantin av stólinum.Smæðhettur, ið fúsir finna fagurleika í teimum færri spældu tónunum.Piparstertur er eftir hondini vorðin ein árliga afturvendandi pirra á trýni Havnar Jazzfelagsins.Við einum ljóði so sevjumiklum sum rískeksin, og løgum so songbærum sum imbrimil, ið letur, gresja teir ymiskar ljóðmyndir fram, sum tú ongantíð hevði roknað við at tú ikki vildi hoyra.

Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt.Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.Innskrivan er frá kl. 19.30 og kl. 20.00 fer Piparstertur á pall.

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.

Open Mic/Open Stage við Piparsterti

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
06
/
03
kl.
19:30
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic/Open Stage við Piparsterti

Nær
Wednesday
06
/
03
-
2024
kl.
19:30
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk