Open Mic / Open Stage við Onnu Maritu á Rógvi

So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav um, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.

Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.

Anna Marita á Rógvi skrivar síni egnu løg, har persónligar søgur, kenslur og upplivingar fáa rúm. Hesaferð hevur hon savnað ein hóp av góðum tónleikarum og vinfólkum, sum geva løgunum nýtt lív á pallinum.

Sambondini í bólkinum ganga nógv ár aftur. Onkur kennist frá arbeiðsplássinum, onnur frá Glasir, flogbólti, studentatíðini ella familjuni. Saman skapa tey eina serliga nærveru og eitt felagsskap, sum eisini hoyrist í tónleikinum.

Á konsertini fara áhoyrararnir at hoyra løg hjá Onnu Maritu í nýggjum og fjølbroyttum hami, har sangur, kór og akustisk ljóðføri mynda ein vakran og inniligan ljóðheim.

Limir:
Anna Marita á Rógvi – sang
Silja á Rógvi – gittar og kór
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen – kór
Ria Bech Joensen – kór
Turið Andreasen – violin
Gunna Johannesen – klarinett
Sæunn Birnadóttir Hansen – klaver
Lea Debora Djurhuus – bass
Nita Staksberg – trummur

Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Anna Marita á pall: kl. 20.00
Dato: 5. august
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis

Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.

Open Mic / Open Stage við Onnu Maritu á Rógvi

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
05
/
08
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Onnu Maritu á Rógvi

Nær
Wednesday
05
/
08
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk