
Open Mic / Open Stage við NOVACAINE
So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum –Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
NOVACAINE er ein føroyskur metal- og grungebólkur, sum osar av orku og uppreistri. Tónleikurin byggir á tung riff, intenst trummuspæl og sterkar, ærligar tekstir. Bólkurin er mannaður av:
Rókur Dagbjartsson Kjærbæk - sang og bass
Baldur Kjartan Reynagarð á trummum
Elias Vang - rútmuguitar
Prithvi Das - lead guitar
Baldur Kjartan Reynagarð - trummur
NOVACAINE spæla kompromisleysan tónleik við kanti. Og sum teir sjálvir siga: Hetta er ikki bara tónleikur. Hetta er eitt statement!
Innskriving: kl. 19.30
NOVACAINE á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.