
Open Mic / Open Stage við Krím
So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð
Serligur gestur hesaferð er Krím, sum er ein ólekkur bólkur. Teir spæla harðan og ráan tónleik og syngja um alt møguligt nærgangandi. Um tín ljóta pápabeiggja, um títt vánaliga sjálvsálit og um tín horuleika.
Manningin hjá Krim er:
Tóki Djurhuus - sang og bass
Tróndur R. Nesstein - gittar
Tóri Hansen - gittar
Sigurbjørn N. Joensen - trummur.
Innskriving: kl. 19.30
Krím á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið