
Open Mic / Open Stage við Jarhzé
So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
Við Jarhzé fært tú RnB og pop, sum fer beint í hjartað – uttan filtur og uttan sugarcoating. Tekstirnir raka har tað merkist, og tónleikurin er pakkaður við fangandi rútmum og ektaðum kenslum, sum tú kennir teg aftur í.
Jarhzé syngur um kærleikan, sum hann veruliga er. Alt tað vakra, tað ljóta og alt har ímillum. Hjartanemandi, nærverandi og við einari live-framførslu, sum hevur undirhaldsvirði á hægsta stigi.
Jarhzé var við í 1. umfari av Sement tann 5. apríl, har hann kom víðari, heilt í finalurna. Eitt einastandandi ungt talent framførir flottar nýggjar sangir fyri tykkum, fyri fyrstu ferð saman við sera góðum ungum tónleikarum.
William Da Silva Simonsen - vokal
Treysti Holm - gittar
Andrias Nolsø - tangentar
Innskriving: kl. 19.30
Jarhzé á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.