Open Mic / Open Stage við Høgguslokk

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.

“Høgguslokk” eru næmingar á Glasi, sum royna seg í fjasi. Síggja teir onnur á pallinum spyrja teir, “Hvørji fanon eru hasi?” - ”Ei vita vit”. Teir eita Fríður og Tróndur. Høgguslokk hevur íblástur frá Chris Cornell, Zakk Wylde og ”tomfoolery” - fjákalótum. Fríður og Tróndur spæla báðir gittar og syngja. Upplærdir undir Ísakki Sambleben!

Innskriving: kl. 19.30
Høgguslokk á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Tiltakinum hevur Mentanargrunnur Landsins stuðlað.

Open Mic / Open Stage við Høgguslokk

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
25
/
02
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Høgguslokk

Nær
Wednesday
25
/
02
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk