.jpg)
Open Mic / Open Stage við Gjáir
So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum: Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.
Tá Gerhard og Edvin hittust fyrstu ferð í 2011, visti eingin, at hetta vinalagið skuldi bera so nógvar tónlistarligar fruktir við sær. Frá hugnaligum barrkvøldum til stóra pallin á Sement við tungmálmsbólkinum Eimyrja, hava teir saman skapað tónleik í alskyns formum. Men nú er tað við bólkinum, Gjáir.
Gjáir byrjaði sum ein singer-songwriter duo, sum síðan hevur fingið bass- og trummuspælara afturat. Við sterkum tekstum, hjartanemandi melodium og einum djúpum vinalagi, vilja liminir í Gjáir taka teg við inn í eitt heilt nýtt ljóðunivers.
Manning:
Edvin H. Niclasen - sang, gittar
Gerhard Páll Lognberg - kór, gittar
Áki Lützen - bass
Alfred Moyell Johansen – trummur
Innskriving: kl. 19.30
Gjáir á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Stuðlað tiltakinum hevur Koda Kultur.