
Open Mic / Open Stage við Ester Skála
Tað eru Anna og Arnold, ið eru vælupplagdu vertirnir, og tey gleða seg til at bjóða øllum við einum innara artisti ein pall at deila síni evnir við okkum. Ein serligur gestur er altíð, ið leggur fyri við eini stuttarikonsert. Hesa ferð er tað Ester Skála, sum er serligur gestur.
Ester hevur sungið, síðan hon kann minnast. Hon skrivaði sítt fyrsta lag sum 12 ára gomul, og lagskriving hevur altíð havt eitt serligt pláss í hennara hjarta. Tónleikurin hevur verið ein lekidómur fyri hana, bæði í góðum og ringum tíðum.
Tónleikastílurin er pop-kendur, og hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop. Sangteksturin er einfaldur og poetiskur, og snýr seg ofta um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst við einum dreymakendum dæmi.
Í 2021 útgav Ester sítt fyrsta staklag UNICORN. Lagið vann Áhoyraravirðislønina í FMA (Faroese music awards). Hetta var ein sera rík uppliving fyri hana. Árið eftir útgav hon annað staklagið SPOTLIGHT. Hetta lagið var eisini nominerað til FMA árið eftir.
Tað eru nakrir trúfastir og dugnaligir tónleikarar, ið eru við í bólkinum. Í 2024 framførdi bólkurin á festivalum og luttók í Pan-ArcticVision, ið verður kallað “Eurovision of the North”.
Hyggja vit fram til 2025, so verður nógv nýtt og spennandi á skránni, tí tá verður ein nýggj LP-pláta útgivin. Her vera fleiri nýggj løg at hoyra, og løgini UNICORN og SPOTLIGHT vera eisini við á útgávuni. So tá fær lurtarin møguleika at hoyra allan “Pink-pop” pakkan. Eisini fer hon at luttaka á fleiri festivalum og tiltøkum. Àhoyrarar kunnu m.a. gleða seg at hoyra hana á G! Festivalinum.
Ester Skála – sang
Vinjar Egilsnes Petersen - tangentar
Noe Chaparro - bass
Harald Fonsdal Johannesen – trummur
Open Mic/Open Stage er ætlað eitt nú sangskrivarum, yrkjarum, søgusigarum og skemtarum, ið ynskja at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ein kreativur verkstaður har høvi er at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.
Innskrivan er frá kl. 19.30, og kl. 20.00 fer Ester Skála á pall.
Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.