Open Mic / Open Stage við ELEA

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic í Perluni, har tín innari artistur sleppur at royna seg.

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.

Elea skrivar løg, sum nokk njótast best á sama hátt, sum tey eru skrivað: einsamøll í tínum kamari. Summi av løgunum eru kvirr, onnur larma, men øll royna tey at fáa teg at føla okkurt og fortelja eina søgu. Við sær hevur hon Ingu Laksáfoss Simonsen á keys og Emmu Michalu Sannino á bass, sum báðar hjálpa tónleikinum at vaksa og anda.

Elea MacDonald – sang, gittar
Inga Laksáfoss Simonsen – keys
Emma Michala Sannino – bass

Innskriving: kl. 19.30
ELEA á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Tiltakinum hevur Mentamálaráðið stuðlað.

Open Mic / Open Stage við ELEA

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
21
/
01
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við ELEA

Nær
Wednesday
21
/
01
-
2026
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk