
Open Mic / Open Stage við Broken Signal
Hetta Open Mic kvøldið byrjar við Broken Signal,sum er ein tungur og harður metalbólkur við hørðum og skjótum riffum,djúpum ljóði og massar av orku.Tónleikurin er inspireraður av metallegendum sum Metallica og Slipknot. Og sjálvir spæla teir bæði progressivemetal og thrash metal.
Hóast teir eru ungir, hava teir longu eina greiða kós. Limirnir ganga á Nám X —Hákun og Bjarni eru 16 ár, og Poul Johannes er 17 ár — og teir eru mentir undirvegleiðing frá Hera Olsen og EllyJohannesen.
Limir:
· Bjarni Thomasson Hansen — sang og gittar
· Hákun Palli Vilhelm — bass
· Poul Johannes Ragnarson — trummur
Eftir konsertina er pallurin opin fyri øllum,sum vilja framføra tónleik, lesa yrkingar, skemta ella annað.
Arnold og Anna eru vertir fyri Open Mic partinumog syrgja fyri einum góðum og inkluderandistemningi.
Praktiskt:
· Innskriving: kl. 19.30
· Broken Signal á pall: kl. 20.00
· Stað: Reinsaríið
· Ókeypis atgongd
Tiltakinum hevur Mentamálaráðið stuðlað.


