
Open Mic / Open Stage við Brim
Mikudagin 3. septembur er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tú kann uppliva framtíðina á føroyska tónleikapallinum
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð. Og sum altíð er ein serligur gestur, sum hesa ferð er Brim.
Brim varð stovnað í 2002 og hevur líka síðani spælt til ymisk tiltøk so sum, á Summarfestivalinum, í Klubbanum, í Tvøroyrar Klubba,um allar oyggjarnar í hallum, feløgum, felagshúsum og so framvegis, og í ymiskum spælistøðum kring landið.
Brim hevur eisini spælt tvær ferðir á Beatle Week í Liverpool. Seinastu árini hevur Brim givið egin løg út, “Tað var tú”, “Sig mær eitt”, “Hvarv”, “Eitt tvey hey”, “Skíggjans børn”, “Hvar enn tú ert”, “Hey Andy”.
Manningin er:
Jónsvein á Rógvu - gittar og sang
Vagnur Streymoy - gittar og sang
Sergio Martínez Muñoz - gittar og sang
Jóan Pauli Magnussen - bass
Dávur Magnussen - trummur og sang
Innskriving: kl. 19.30
Brim á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Koda Kultur stuðlar tiltakinum.