
Open mic / Open Stage við Blábjölla kvintett jam band
So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.
Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
Blábjölla kvintett jam band kemur at spæla nakrar jazz/funk tónar á Reinsarínum. Hugnin og jam-gleðin verður raðfest hetta kvøldið. Óutgivið originalt tilfar skrivað av Ingu Laksáfoss verður at hoyra, umframt coverløg hjá m.a. Sade og Nina Simone.
Bólkurin er mannaður av:
Rannveig Rós Joensen - sang
Inga Laksáfoss - tangentar
Pauli Reinert Poulsen - guitar
Arnold Ludvig - bass
Brandur Jacobsen - trummur
Stutt kunning:
Innskriving: kl. 19.30
Blábjölla á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum

