Open Mic / Open Stage við AWL

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.‍

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við teirra entusiasmu og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.

AWL hevur bergtikið áhoyrarar á Ravlitt, G! Festivalinum, Sement og fleiri øðrum tiltøkum í áravís – uttan at hava útgivið eina einastu útgávu!

Við semi improviseraðum ljóðlandsløgum og ókendum ljóðuniversum, skapar AWL eina magiska live uppliving, sum bara kann upplivast í løtuni. Hetta er tónleikur, sum ikki kann lýsast við orðum – hetta má upplivast!

Innskriving: 19:30 
AWL á pall kl. 20:00
Ókeypis atgongd
Stuðlað tiltakinum hevur Koda Kultur

Open Mic / Open Stage við AWL

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
03
/
12
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við AWL

Nær
Wednesday
03
/
12
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk