Open Mic / Open Stage við Alfred

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð. Og sum altíð er ein serligur gestur, sum hesa ferð er Alfred.

Alfred er drivin av huginum at skriva og spæla góðan tónleik.
- Fyri okkum er tað umráðandi, at vit skriva tónleikin saman, tí allir limirnir fáa íblástur úr ymiskum sløgum av tónleiki. Hetta ger, at tónleikurin hjá okkum verður heilt serstakur – og tað er júst soleiðis, vit ynskja tað, siga ungu harrarnir í Alfred.

- Tá ið vit spæla, er tað ein veitsla. Orka og gott lag eru týðandi partur av framførsluni, og tað er umráðandi fyri okkum, at áhoyrararnir fáa lut í hesum. Í stuttum: Feitur tónleikur og gott lag, leggja teir afturat.

Vit eru Alfred:
Jónas Reinert Vesturklett - sang og gittar
Treysti Holm - el gittar
Helge Marius Greve - klaver og gittar
Heini Hofgaard Johannessen - bass
Alfred Moyell Johansen - trummur

Innskriving: kl. 19.30
Alfred á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Stuðlað tiltakinum hevur Mentamálaráðið.

Open Mic / Open Stage við Alfred

Útselt
Avlýst
Fá atgongumerki
Avlýst
Nær
Wednesday
27
/
08
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Open Mic / Open Stage við Alfred

Nær
Wednesday
27
/
08
-
2025
kl.
19:30
Hvar
Reinsaríið
Prísur
Ókeypis
kr.

Onnur tiltøk