
Open Mic / Open Stage - Kári Fossdalsá
Kári Fossdalsá er 28 ára gamal. Fyri tveimum árum síðan var hann við í X-factor. Hann kom heilt til finaluna og fekk 2. plássið. Síðani X-factor hevur Kári tikið tónleikin mega seriøst og hevur spælt ótrúliga nógvar konsertir, sum eitt nú á Smukfest, Langelands Festivalinum og Summarfestivalinum.
Kári tók so avgerðina í fjør, at hann vildi gera eina útgávu. Kári hevur arbeitt leingi við hesum, og nú 28. juni sá útgávan dagsins ljós. Síðan 2022 hevur Kári útgivið trý stakløg og eina fløgu við átta løgum, so mann kann siga, at nógv er komið burtur úr tey seinastu tvey árini.
Kári hevur eisini verið í fleiri útvarpssamrøðum, bæði í Føroyum og í Danmark. Hansara fyrsta staklag var "Believer" frá X-factor, og so gjørdi hann "Never Be Happy"og síðani gjørdi Kári føroyiska sangin sum eitur "Hvat Gjørdi Eg".
Teir eru fimm í bólkinum:
- Kári Fossdalsá - vokal
- Jacob Schultz - guitar
- Victor Frangelav Dahl - trummir
- Marcus Valberg Andersen - bass
- Rasmus vigant Samuelsen - keys