
Open Mic/Open Stage
Gaard/Petersen/Stórá er nýggj trio, ið spælir instrumentalan tónleik við íblástri úr 60’unum og 70’unum.
Hugsa Keith Jarret, The Beatles, The Shadows og Scofield.
Kompositiónirnar eftir Ólav Gaard eru melodiskar og fangandi.
Hetta sterka grundarlagið gevur bólkinum høvi til ikki at smæðast frá at improvisera og forma tónleikin eftir vild.
Ólavur E. Gaard - gittar
Per Ingvald H. Petersen - trummur
Karl Andrias Stórá - bass
Felagið Føroysk Tónaskøld hevur stuðlað Open Mic