Open Mic: Ingmar er gestur
Ingmar er gamalur í garði, men gekk ikki egnar leiðir fyrr enn í fjør við lagnum, Hey, tú, sum hann framleiddi saman við Ara Johannesen.
Hann er ikki avgjørdur í slagi av tónleiki, tí honum dámar at gera ymist slag av tónleiki, men 3. juli verður diskopoppur á skránni.
Hann møtir upp við lagsmonnum sínum Davidi Simonsen við bassi í hendi og Jósefi Magna Heinesen við trummurnar.
Fólk kann vænta sær gaman og álvara og ferð, sum ikki fer langt undir 120 sløg um minuttin.
Tónleikarar:
Ingmar Berg Mikkelsen - vokal og klaver
David Simonsen - bassi
Jósef Magni Heinesen - trummur