
Open Mic fyllir 9 ár
Kom við í føðingardag! Open Mic fyllir 9 ár mikudagin 24. apríl. Tað verður eitt rimar kvøld við góðumtónleiki, tí ongin annar enn glóðheitu Aggrasoppar eru serligi gesturin. Vertirnir Anna og Arnold spæla eisini eina løtu og síðani er pallurin opin.
Skráin er hendan:
Innskriving kl. 19:30 – 20
Aggrasoppar kl.20 – 20:30
Anna Iachino & Arnold Ludvig kl. 20:30 – 20:45
Open Mic/Open Stage kl. 21
Stuðlað Open Mic hevur Mentamálaráðið.